Vælkomin!
Vit taka tíverri ikki nýggjar kundar í løtuni.
Vit eru í summarfrí til 11 august 2026
Vit eru flutt á Klaksvíksveg 85
Boyli er ikki longur oman Eið 8.
Tú kanst altíð skriva til okkum á boyli@boyli.fo
og rinja til okkum á 660 700 mikudag og hósdag 9-12.
Tannlæknavaktin
Er tørvur á bráðfeingis tannlæknahjálp vikuskiftir ella halgidagar, ber til at ringja til tannlæknavaktina á telefon 314544 frá klokkan 10.00 til 11.00.
Tannlæknavaktin er einans til bráfeingis viðgerð. Roknast kann við, at viðgerðin er fyribils, og at tørvur verður á víðari viðgerð hjá egnum tannlækna.
Vaktargjaldið er kr. 690,- afturat viðgerðarkostnaðinum. Gjaldast skal á staðnum.
Tannrætting
Halldis á Grønastøð, sertannlækni í tannrætting
Tann einasti sertannlæknin í tannrætting í Føroyum er á Boyli. Sostatt kunnu vit bjóða allarbestu tannrættingarviðgerð. Umhugsar tú at fáa tenninar rættaðar, so kanst tú venda tær til Boyla. Tannrættingingarviðgerð er sera individuell, og ringt er at geva standardsvar upp á kostnað og viðgerðartíð. Send okkum teldupost á boyli@boyli.fo so senda vit tær eitt kunningarskri
Viðgerðarhættir
Vit bjóða ymiskar viðgerðir til tannrætting. Vit hava vanligar fastar tannboylar. Teir fáast eisini úr postalíni fyri eykagjald. Postalínsboylar eru ikki so sjónligir. Tenn kunnu eisini rættast við leysum boyla. Vit brúka Invisalign-systemið. Invisalign er ein røð av skinnarum, sum verða brúktir og skiftir eftir leiðbeining frá okkum. Onkuntíð er neyðugt at leggja plast á tenn í samband við Invisalign-viðgerðina.
Ávísing til røntgen
Faldarar
Starvsfólk
Hetta er fitti, óføri, raski og sera kompetenti starvsfólkahópurin á Boyli.
Halldis á Grønastøð
boyli@boyli.fo
Tóra Joensen
Fía Heinesen
Samband
Boyli
Klaksvíksvegur 85
700 Klaksvík
Teldupostur: boyli@boyli.fo
Tel: +298 660 700
Mikudag og hósdag 9-12.
Parkering
Til ber at parkera niðanfyri Leikalund, sum liggur yvirav Boyli.
Virkisupplýsningar
Konto nr. 9865-3274785
V-tal 597058


